Polar Nanoq velur eisini Starlink Internet frá Vikmar

14. Feb 2024

Polar Nanoq velur eisini Starlink Internet frá Vikmar. Við Starlink fær manning atgongd til sera skjótt Internet. Starlink er komi afturat verðandi Viknet Ku sum hevur Viknet Media, Viknet Radio og Live TV somuleiðis er Viknet Ku “flat rate” Internet Tilsamans gevur...

les meir

Ger tíni egnu fiskikort við Raymarine Axiom.

13. Feb 2024

Ger tíni egnu fiskikort við Raymarine Axiom.

Her er ein video sum bleiv gjørd við einum Raymarine Axiom plottari við inn bygdum ekkóloddi og side scan.

les meir

Olex ATEC Multibeam ekkólodd

12. Feb 2024

Olex ATEC Multibeam ekkólodd

les meir

Norðborg og Christian í Grótinum eisini Starlink Internet frá Vikmar.

12. Jan 2024

Norðborg og Christian í Grótinum eisini Starlink Internet frá Vikmar.

les meir

KT mennari

KT mennari

Vikmar søkir eftir KT mennara at byrja skjótast møguligt.

Arbeiði umfatar menning av KT loysnum til tænastur sum Vikmar veitir til sjóvinnuna. Hetta umfatar millum annað innsavnan og framvísing av ymiskum dátum frá skipum, heimasíður og loysnir í samband við fylgisveina tænastum.

Førleikar.:

Vit vænta at tú hevur hollan kunnleika til Python, SQL, fyrimunur er um tú eisini hevur kunnleika til Linux, docker, javascript

Vit bjóða eitt spennandið arbeiði, har tú er partur av menning av verðandi og nýggjum loysnum hjá Vikmar.

Løn sambørt avtalu.

Um Vikmar.

Vikmar var stovna í 2001, og er heildarveitari av navigatións- fiskileitið- og samskiftisútgerð til skip og bátar.

Vikmar hevur síðan stovnan, lagt stóran dent á at menna føroyskar loysnir til sjóvinnuna.

Loysnirnar sum vikmar hevur ment fevna í dag um Viknet, sum er fylgisveina tænasta við breiðband internet. Viknet umfatar eisini Viknet Media, Viknet Radio og Viknet Live TV sum er serlig media tænasta við føroyskum og grønlendskum tilfari.

Fishin.fo er heimasíða við rúgvu at tænastum til sjóvinnuna, men eisini einasta tænasta av sínum slag har skip útveksla beinleiðis data í samband við fiskarí, veður o.a.

Vikmar NetAIS er eisini partur av fishin.fo til deilan av AIS og øðrum data.

Vikmar er eisini umboð fyri fleiri heimsførandi framleiðarar av útgerð til navigatión- fiskileiti- og samskiftis útgerð.

Spurningar og umsókn skulu sendast til Jan H. Egholm jan@vikmar.fo tel.222182






Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo