Uppmáting av botni sum ikki er sædd áður!

24. Jun 2019

Uppmáting av botni sum ikki er sædd áður!

les meir

FishINFO nýggj tænasta frá Vikmar

22. Mai 2019

FishINFO nýggj tænasta frá Vikmar

les meir

Fishin.fo - Fishing Info & live data

22. Mai 2019

Fishin.fo tænasta frá Vikmar

les meir

Enniberg velur eisini Marport

09. Apr 2019

Enniberg velur eisini Marport

les meir

Vikmar eXplorer kortlagt Høgnaboða


Høgnaboði verður drigin fram í ljósið

Seinastu tíðina hevur fyritøkan Vikmar, sum selur tøkniliga útgerð til skip og bátar, avmyndað Høgnaboða við framkomnari tøkni. Høgnaboði liggur í ein landnyrðing eystan úr Eystnesi. Í dag 19 juli 2019, verður eitt nýtt kort lagt út á heimasíðuna hjá felagnum, sum sýnir allan boðan, sum hann er. Hetta er ein stórhending, sum ikki er sædd áður, tí tær mátingar sum almennu myndugleikarnir hava gjørt, fevna bert um ein part av boðanum og ikki allan. Í dag ber til at síggja hvønn smálut í hesum boða, sum liggur beint undir eina tí mest trafikeraðu farleiðini sjóvegis í landinum.

              -Talan er faktisk um eitt lítið hálendi undir sjóvarmálanum við nógvum skerum ella tindum. Økið kring boðan er 8 ferkilometur til víddar. Vit hava nú uppmált allan boðan og hesin verður tøkur á síðu okkara Fishin.fo, at brúka ókeypis. Og tey skip og bátar, sum hava AIS ella Automatic Indefication System koma at síggja, júst hvar tey eru á Høgnaboða, tá íð tey eru har á leiðini, og hetta gera tey, samstundis sum tey síggja streym, aldu og vindumstøðurnar á staðnum, sigur Jan Hammer Egholm, stjóri á Vikmar.

              -At nú allur boðin er avmyndaður og lagdur inn á kort ger, at trygdin økist. Her er nógv skipa og bátaferðsla á leiðini. Og tú kann spyrja, hví ein privat fyritøka sum okkara ger slíkt arbeiði, orsøkin er einføld, vit selja ikki bara tøkni til flotan, vit vilja eisini vera við til at menna tænastuna, sum flotin hevur brúk fyri, tað verið seg bátar og skip, sigur hann.

              -Á okkara nýggju tænastu, fishin.fo, verður møguligt at fáa nógvar upplýsingar, sum skip og bátar hava brúk fyri og at síggja hesar samantvinnaðar í einum elektroniskum korti. Bátar, sum hava AIS skipan, hava eitt livandi kort, við øllum hesum viðurskiftum inni á skerminum. Her ber til at síggja botn, streym, veður, hita í sjónum, aldumátingar, aliøkir, Ransarøkir og mangt annað, sum skip og bátar hava tørv á.

              Ongin veit, hví Høgnaboði eitur Høgnaboði. Og hetta er gamalt navn. Á kortinum hjá Born seinast í 1700 talinum er boðin nevndur. Og “Den færøske Lods,” ein bók um sjógvin kring Føroyar, sum kom út seinast í 1800 talinum, stendur boðin at liggja “ØNØ” ella í ein lágan landnyrðing úr Eystnesi og einar góðar tríggjar fjórðingar úr landi. Dagar við eystanbrimi sæst boðin týðuliga úr Havn.

Les meir um fiskileitið útgerð her...







Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo