Nýggj dagførd botnkort fyri Føroyar, til Olex

04. Apr 2024

Nýggj dagførd botnkort fyri Føroyar, til Olex!

les meir

OLEX OS1 – EKKÓLODD SUM EISINI KORTLEGGUR FISKIN

18. Mar 2024

Enn betur fiskikort við nýggja Olex OS1 Ekkóloddinum. Nýggja ekkóloddi skrásetur ikki bara botnin, men eisini fiskin og hvar hann er og hevur verði! Hetta er ómetaliga áhugavert, tí nú kunnu brúkarnir sjálvir gerða enn betur fiskikort og nú enntá við fiski 😊...

les meir

Hamranes eisini Starlink Internet frá Vikmar

18. Mar 2024

Hamranes eisini Starlink Internet frá Vikmar. Við Starlink Internet frá Vikmar fær manning atgongd til sera skjótt Internet sum eisini er skjótari enn 4G á nógvum leiðum! Í fleiri enn 20 ár hevur Vikmar veitt ymiskar fylgisveina tænastur serliga til Føroysk skip. ...

les meir

Starlink Internet eisini til brúk á landi.

07. Mar 2024

Starlink Internet eisini til brúk á landi. Vikmar veitir eisini Starlink Internet til Virkir, Stovnar, kommunir o.a. Starlink er sera vælegnað sum bakup til verðvandið Internet og vil tryggja gott Internet samband um t.d. kaðalar til Føroyar skuldi haft brek ella anna. ...

les meir

Vikmar slapp undan fútabanni

Dimma 24/6-2024

Vikmar slapp undan fútabanni

Sjóvinnublaðið: Tað eydnaðist ikki Umhvørvisstovuni at seta fútabann móti botnkortunum hjá privatu fyritøkuni, Vikmar. Nú ynskir stjórin í Vikmar, at politikkararnir stíga fram og siga, hvat tey vilja við yvirtikna sjókortmyndugleikanum

(Mynd: sona.fo)
 Sigurjón Einarsson
 24. juni 2022 kl. 08:50

– Tað var ein lætti at fáa staðfest í Fútarættinum, at øll tey tól, ið vit hava selt tey seinastu 25 árini, eru fult lóglig, sigur stjórin í Vikmar, Jan Hammer Egholm, eftir at Fútarætturin 1. juni kom við sínum úrskurði, eftir at Umhvørvisstovan kom við eini umbøn at seta fútabann móti sjókortunum hjá Vikmar.

Vikmar hevur í fleiri ár kannað og skjalfest botnin á føroysku firðunum. Men í oktober í fjør fekk fyritøkan harraboð um at beina burtur øll botndata, sum eru løgd út til almenna nýtslu síðan 1. januar 2020, tá sjókortmyndugleikin varð yvirtikin frá donskum myndugleikum, men hesum vildi stjórin í Vikmar ikki finna seg í. Hann skilti tað soleiðis, at øll uppmáting má halda uppat, tí at hesi skulu hava góðkenning frá landsstýrinum og síðan donsku verjuni.

Umhvørvisstovan vísir til Lov om stedbestemt information §7 stk., sum ljóðar soleiðis:

“§ 7. Før søopmåling til andre formål end fremstilling af søkort må foretages i farvandene omkring Færøerne, skal der indhentes tilladelse hertil hos energi-, forsynings- og klimaministeren. Til brug for ministerens afgørelse, om der kan gives tilladelse, skal ministeren indhente en udtalelse fra landsstyret og Forsvarsministeriet”.

(Mynd: Vikmar)

Tað, ið undrar stjóran í Vikmar, Jan Hammer Egholm, er, at við hesari áheitan, so skilti hann tað soleiðis, at øll uppmáting má halda uppat, tí at hesi skulu hava góðkenning frá landsstýrinum og donsku verjuni.

– Eg havi verið í hesi vinnu síðan 1997, og vit hava líka síðani tá selt tól til skip, ið gera betur fiskikort, sum tey seinastu árini eru vorðin standard umborð á øllum fiskiskipum. Ja, í dag verður tað eisini brúkt umborð á frítíðarbátum eisini, og tað má so merkja, at alt hetta eisini nú er ólógligt? Tað kann ikki bara umfata Vikmar?, segði Jan Hammer Egholm, eftir at harraboðini úr Umhvørvisstovuni vóru komin.

Stjórin vísur á, at fleiri og fleiri lond gera sjókort ókeypis, tí tey eru gjørd at vera tøk hjá øllum at brúka, har til dømis USA var eitt av teimum fyrstu londunum at gera hetta. Norra hevur gjørt tað sama fyri stuttum, og somuleiðis hava norskir myndugleikar og onnur langt eina rúgvu av háupploysiligum botndata – tað vil siga dýpir og slag av botni – út til øll at brúka.

– Hetta verður eisini gjørt til at betra um trygdina, so skip og bátar altíð hava eina dagførda útgávu av botn- og sjókortum. Vit hava havt nakrar kjarnorkuriknar kavbátar í føroyskum sjóøki seinastu tíðina, men okkara kort eru gomul og ikki dagførd sum so. Og verður ein kápul lagdur niður á Landgrunninum, ið ikki er skrásettur, so er vandi fyri, at hesin hevði verið skryktur upp, greiðir Jan frá.  

Fingið tríggjar umsóknir
Skulu sjómátingar gerast, so skal ein umsókn fyrst sendast til Umhvørvisstovuna. Umhvørvisstovan vendir sær síðan, landsstýrisins vegna, til donsku verjuna við málinum, sum so verður viðgjørt harfrá.

Í Fútarættinum kom fram, at Umhvørvisstovan hevði fingið tríggjar umsóknir at gera kort yvir botnøki kring Føroyar. Tann eina var frá SEV, ið vildi hava botnkanningar eystan fyri Nólsoynna í samband við eina ætlaða sjóvindmyllulund har. Tann næsta umsóknin var frá Landsverk í samband við fyrireiking til ein møguligan Suðuroyartunnil, men í rættinum mintist Umhvørvisstovan ikki ta triðju umsóknina.

Men spyrt tú stjóran í Vikmar, so heldur hann, at hesar umsóknir eru meira av vinnuligum og rakstrarverdum slag, sum ein kommunalur og almennur stovnur vil hava ein annan almennan stovn at gera, tí heldur Jan Hammer Egholm, at fokusið hjá Umhvørvisstovuni er heilt skeivt, tí uppruna ætlanin við yvirtikna málsøkinum var, at gera betri og nýggj sjókort, sum táverandi landsstýriskvinnan, sum varaði av málinum, eisini legði áherðslu á, skuldi vera endamálið hjá nýggja stovninum.

Tað var Sirið Stenberg, ið var landsstýriskvinna í Heilsu- og innlendismálum í undanfarnu samgongu, sum millum annað segði, í samband við yvirtøkuna, tá føroyskir myndugleikar skuldu yvirtaka málsøkið, at “yvirtøkan av kort- og landmátingarøkinum merkir, at frameftir verða tað føroyskir myndugleikar, sum hava lóggávuvaldið og útinnandi valdið á kort- og landmátingarøkinum. Saman við yvirtøkuni fáa vit eisini dagførd talgild kort.

Endamálið er eisini at leysgeva føroyskar talgildar landafrøðiligar kortdátur, soleiðis at hesar frítt kunnu gagnnýtast av øllum – almennum sum privatum”, skrivaði hon á Facebook tann 1. januar í 2020, tá málsøkið varð yvirtikið frá donskum myndugleikum.

– Tað er júst hetta, har eg haldi, at fokusið er farið eitt sindur av leið. Vit hava ikki gjørt nýggj kort yvir føroyskt sjóøki síðan í 1970-unum. Tað hevði verið púra náttúrligt, at hesin stovnurin gjørdi tað, og tað var eisini tað, ið vit væntaðu, at hesin stovnur fór at gera, tá hann varð yvirtikin. Men inntil víðari hevur stovnurin einki nevnivert gjørt, heldur Jan Hammer Egholm.

Umframt, at Fútarætturin gjørdi av, at vísa umbønini um fútabann aftur, so skal Umhvørvisstovan eisini gjalda Vikmar 25.000 krónur í sakarmálskostnaði.

(Mynd: Vikmar)

Politikkarar mugu melda út
Stjórin í Vikmar ynskir, nú tá ið Fútarætturin kom til ta niðurstøðu, at Vikmar einki ólógligt hevur gjørt, at politikkararnir nú stíga fram og siga, hvat teir vilja við yvirtikna sjókortmyndugleikanum.

– Eg haldi enn, at botnurin liggur hjá myndugleikunum nú. Politikkararnir mugu fara inn og hyggja eftir, hvat tað er, teir vilja við hesum stovninum, tá vit hava ein sjókortsmyndugleika í Føroyum. Tað kann ikki vera rætt, at fólk, sum fara út í fjørðin, skulu kenna seg sum brotsfólk ella landasvíkjarar, tí tey brúka navigatión ella fiskileitiútgerð, heldur Jan.

Stjórin heldur, at tað vóru ørar skuldsetingar, ið Umhvørvisstovan kom við, tí tað eru sjókort frá áðrenn 2020, áðrenn málsøkið kom á føroyskar hendur, so Vikmar valdi at taka nøkur kort, sum vórðu gjørd eftir 2020, burtur fyri frið skuld.

– Politikkarnir mugu ikki bara yvirtaka fyri at yvirtaka. Tað má vera eitt endamál við tí. Vit mugu virka fyri, at tað skal vera trygt at sigla í okkara sjóøki – við so góðum kortum sum møguligt, og tað má vera fremsta endamálið við øllum hesum, heldur Jan.

– Vit kenna yvirflatina á Mars betur, enn vit kenna okkara egna havbotn her á fold. Men tað eru nógvar verkætlanir í gongd kring heimin, har dáta verður heintað inn at skjalfesta botnin, tí vit hava snøgt sagt ikki so nógvar upplýsingar um høvini kring okkum. Men vit síggja, at menningin av sjókortum er í gongd í londunum kring okkum, og á teimum kortunum er mann ikki bangin fyri at avdúka, hvussu botnurin sær út.

Eisini vísur Jan Hammer Egholm á, at bæði Ísland og Írland gera eitt stórt arbeiði at gera botndata almenn, har tey hava skrásett hundraðtals vrak, sum almenningurin hevur atgongd til.

(Mynd: Vikmar)

Framvegis ríkismál
Hóast Føroyar yvirtóku málsøkið um sjókort og geodata 1. januar í 2020, so er kravið enn, at landsstýrið og danska verjan skulu geva loyvi til slíkar sjókanningar.

Hóast yvirtøkuna av málsøkinum, so eru mátingar á havbotninum, sum hava uttanríkispolitiskan, trygdarpolitiskan og verjupolitiskan týdning, framvegis ríkismál.

Tað segði Trine Bramsen, táverandi verjumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, eftir at Sjúrður hevði spurt, hví tey, sum ætla at gera mátingar til sjókort í Føroyum, skulu hava loyvi til tess frá donsku verjuni.

Til tað segði Trine Bramsen, at mátingar til sjókort kunnu vera trygdarpolitiskt viðkvæmar, tí tær vísa kaðalar, sum eru á havbotninum, umframt at før úr fíggindalondum kunnu brúka tær. Tí skal danska Verjumálaráðið geva loyvi til slíkar mátingar.

Um aðrar mátingar enn til sjókort skulu gerast, so kunnu føroyskir myndugleikar geva loyvi til tess, men bara, um Verjumálaráið er spurt eftir.

Men hvussu er og ikki, so hevur Fútarætturin nú tikið støðu, at kravið um fútabann frá myndugleikunum ímóti Vikmar ikki verður gingin á møti 






Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo