Nýggj dagførd botnkort fyri Føroyar, til Olex

04. Apr 2024

Nýggj dagførd botnkort fyri Føroyar, til Olex!

les meir

OLEX OS1 – EKKÓLODD SUM EISINI KORTLEGGUR FISKIN

18. Mar 2024

Enn betur fiskikort við nýggja Olex OS1 Ekkóloddinum. Nýggja ekkóloddi skrásetur ikki bara botnin, men eisini fiskin og hvar hann er og hevur verði! Hetta er ómetaliga áhugavert, tí nú kunnu brúkarnir sjálvir gerða enn betur fiskikort og nú enntá við fiski 😊...

les meir

Hamranes eisini Starlink Internet frá Vikmar

18. Mar 2024

Hamranes eisini Starlink Internet frá Vikmar. Við Starlink Internet frá Vikmar fær manning atgongd til sera skjótt Internet sum eisini er skjótari enn 4G á nógvum leiðum! Í fleiri enn 20 ár hevur Vikmar veitt ymiskar fylgisveina tænastur serliga til Føroysk skip. ...

les meir

Starlink Internet eisini til brúk á landi.

07. Mar 2024

Starlink Internet eisini til brúk á landi. Vikmar veitir eisini Starlink Internet til Virkir, Stovnar, kommunir o.a. Starlink er sera vælegnað sum bakup til verðvandið Internet og vil tryggja gott Internet samband um t.d. kaðalar til Føroyar skuldi haft brek ella anna. ...

les meir

Einki fútabann móti Vikmar

 Einki fútabann móti Vikmar

Grein frá KvF 1/6-2022
Umhvørvisstovan skal rinda Vikar 25.000 kr. í sakarmálskostnaði
Umhvørvisstovan fekk ikki viðhald í kravinum um fútabann móti Vikmar.
 

Tað eydnaðist ikki Umhvørvisstovuni at seta fútabann móti botnkortunum hjá privatu fyritøkuni, Vikmar.

Fútarætturin gjørdi í gjár av at vísa umbønini um fútabann aftur. Harumframt skal Umhvørvisstovan gjalda Vikmar 25.000 krónur í sakarmálskostnaði.

Vikmar hevur í nógv ár hevur kannað botnin á føroysku firðunum. Men so fekk fyritøkan boð um at beina burtur øll botndata, sum eru løgd út til almenna nýtslu síðani 1.januar 2020. 

Skulu sjómátingar gerast, skal umsókn sendast Umhvørvisstovuni fyrst.

Umhvørvisstovan vendir sær síðani, landsstýrisins vegna, til donsku verjuna við málinum.

 

Framvegis ríkismál

Hóast Føroyar yvirtóku málsøkið sjókort og geodata 1.januar 2020 er kravið, at landsstýrið og danska verjan skulu geva loyvi til slíkar sjókanningar. 

Hóast yvirtøkuna eru mátingar á havbotninum, sum hava uttanríkispolitiskan, trygdarpolitiskan og verjupolitiskan týdning, framvegis ríkismál.

Tað segði Trine Bramsen, sum var verjumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Sjúrður Skaale spurdi, hví tey, sum ætla at gera mátingar til sjókort í Føroyum, skulu hava loyvi til tess frá donsku verjuni.

 

Kunnu vera viðkvæmar

Trine Bramsen segði, at mátingar til sjókort kunnu vera trygdarpolitiskt viðkvæmar, tí tær vísa kaðalar, sum eru á havbotninum. Og før úr fíggindalondum kunnu brúka tær.

Tí skal danska Verjumálaráðið geva loyvi til slíkar mátingar. 

Um aðrar mátingar enn til sjókort skulu gerast, kunnu føroyskir myndugleikar geva loyvi til tess, men bara eftir at hava spurt Verjumálaráðið.

Men nú hevur Fútarætturin so tikið støðu. Kravið frá myndugleikunum ímóti Vikmar verður ikki gingið á møti.


Les eisini Umhvørvisstovan vil hava fútabann móti Vikmar

Les eisini Vikmar fingið harraboð frá Umhvørvisstovuni at taka sjókort burtur





Vikmar  |  Tel. 612182  |  Fax 35 2183  |  info@vikmar.fo