Marport MFX Spread sensor

Marport MFX lemma
sensorar nýta ein master og slave uppseting, til at samskifta ígjøgnum eitt
tráðleyst link á 110 ella 144Hz. Master sensorurin avlurtar slave sensorin øvugtu
megin trolið, og sendir data frá báðum sensorum til fiskiskipið ígjøgnum ein
tráðleysan Uplink Broadband Transducer. Eins við hvussu lemmanir spjaða seg og gevur
hetta skiparanum eina fullfíggjaða mynd av framførsluni av hvørjum lemmi,
írokna pitch og roll funktión á tveimum ásum vísa á innvortis/útvortis helling
á hvørjum lemmi eins við frameftir/aftureftir helling, pluss dýpd og sjóvar
hita.



Sensorarnir hjá
Marport eru fremstir í sínari vinnugrein, førir fyri koyra og vísa allar
eginleikarnar í senn. Lemma sensorarnir eru neyðugir fyri at varðveita støðugan
fiskireiðskap, at fáa mest burtur úr tøkuni við eisini at minka um spilta tíð
og orku, ið eru árin av at hava skeivan reiðskap, og stuðlar uppundir at minka
um skaðar á fiski útgerðini. Dátu dagføringar koma við jøvnum millumbilum triða
hvørt sekund, ið lýsir tað vigtiga við eftirfarandi lemma upplýsingum, ið gevur
skjóta ávaring um hurðar ferðast tvørtum um hvørja aðar ella detta á botn tá
fiska verður.



Eins við á lemmunum sjálvum, upplýsingar frá lemma sensorunum kunnu eisini
vísa á trupuleikar aðra staðni á reiðskapinum, so sum sundurdátti trol, og
sensorarnir eru gjørdir til øll sløg av troling ið nýta lemmar. MFX lemma
sensorar battaríðir halda ímillum 90 og 200 tímar fyri Master sensorinum og
heilt upp í 300 tímar fyri Slave eindini, grunda á vanliga uppløðingartíð á
millum 8 til 12 tímar.