FishINFO nýggj tænasta frá Vikmar

FishINFO nýggj
tænasta frá Vikmar



 



Vikmar hevur ment ymiskar tænastur gjøgnum árini til føroysk skip, og við áhaldandið
menning er hetta í dag blivi til fleiri ymiskar tænastur.



Fleiri av hesum
tænastum og nýggjar tænastur eru nú lagdar saman í nýggju FishINFO tænastuna.



Nýggja tænastan
er sera umfatandið og er gjørd so at brúkarin kann tekna hald til ymiskar
tænastur sum eru tøkar í fishin.fo



Tað sum eisni er
serligt við nýggju tænastuni, er at vit hava valt at hava eina fríða útgávu
eisini.



Á FishInFo ber at
síggja.:



AIS (við serliga
góðum dekningi kring føroyar og hat føroysk skip fiska)



Beinleiðis Hiti á
Havflatu, botni og uppi í sjónum har uppisjóðar skip fiska.



Serligt hitakort
ið er gjørt frá beinleiðis data frá skipum.



Vind mátarar
beinleiðis



Aldumátarar
(Føroyar og Ísland)



Streymkort



Garnapositiónir



Kassar og fiskimark (kann tillagast til einkulta brúkaran)



Ramsarøkir



Aliøkir (AtoN)



Dýpdarkurvar frá
Landsverk



Vikmar botnkort



Fríða útgávan
hevur ymiskar avmarkingar, so sum at til ber bert at síggja AIS frá bátum við
klassa B AIS og ávís onnur skip so sum t.d. skip hjá SSL og Norrøna.

Eisini síggjast vindmátarar frá Landsverk og Vørn beinleiðis á kortinum og aldumátarar.



Fríða útgávan fer
at hava serliga góð fiskikort frá Vikmar.



Í løtuni verður
streymkort testa og væntandið heilt skjótt tókt á fríðu útgávuni.



Síðan er
framvegis í menning og tí kunnu væntast ymiskar broytingar og rættingar á síðuni
í eina tíð.



Fríða útgávan er
á www.fishin.fo